Uttanlands

Svøríki: Atkvøða um misálit fyrrapartin

Líkt er til, at meiriluti er fyri misálit á svensku stjórnina – Akvøðugreiðsla verður klokkan níggju

Svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven (Savnsmynd)

Svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven (Savnsmynd)

2021-06-21 08:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ósemja um kostnaðin á leigubústøðum hevur elvt til politiska kreppu í Svøríki, og eitt uppskot um misálit kann í dag koppa minnilutastjórnini hjá Stefan Löfven.

Orsøkin er ein ætlað lógarbroyting hjá svensku stjórnini um at slaka uppá reglur, sum javnføra húsleiguna í nýggjum leigubústøðum.

Leigukostnaður var eitt mál, sum er partur av samgonguskjalinum, sum varð skrivað í januar 2019, tá stjórn endiliga varð skipað í Svøríki, 131 dagar eftir valið í 2018, skrivar TV2.

Tað var andstøðuflokkurin, Sverigedemokraterna, sum reistu misálitið, og Vänsterpartiet, Kristdemokraterna og Moderaterna, hava boðað frá, at teir eru fyri hesum, og tí er meiriluti fyri misálitinum.

Atkvøðast skal eftir ætlan um misálit fyrrapartin klokkan níggju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder