Uttanlands

Svøríki: Bilur rendi á áskoðarar undir kappkoyring

Fimm fólk fingu skaða, og trý teirra eru álvarsliga løstað, sigur svenska løgreglan

Mynd: SVT

Mynd: SVT

2019-04-13 20:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein bilur rendi á ein bólk av áskoðarum undir einari bilkappkoyring í Svøríki í dag.

Fimm fólk hava fingið skaða, og trý eru álvarsligað løstað, og ein teirra varð fluttur á sjúkrahúsið í tyrlu, sigur svenska løgreglan sambært DR.

Ein teirra, sum ikki fingu so álvarsligan skaða, var bilførarin.

Hetta hendi til eina kappkoyring nær við býin Rimbo, sum liggur norðanfyri høvuðsstaðin Stockholm.

Tá bilarnir høvdu koyrt áleið 100 metrar, stoyttu tveir saman, og sum skilst misti eini bilførarin tamarhaldið á bilinum. Hetta elvdi til, at hann rendi á ein bólk av áskoðarum, sum sótu og fylgdu við 20-30 metrar frá koyribreytini.

Bilarnir koyrdu 80 km/t, og sostatt høvdu fólkini ongan møguleika at flyta seg, áðrenn bilurin rendi á.

Bilurin, sum rendi á, skal nú kannst av myndugleikunum fyri at vita, hvat orsøkin til óhappið var.

- Beint nú hugsa vit um hetta sum eitt óhapp, men vit kunnu ikki útiloka, at talan kann vera um eitt brotsverk, sigur talsfólk hjá svensku løgregluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder