Innanlands

Svøríki er hildið uppat at gjalda til Pfizer/BioNTech

Orsøkin er, at ov fáir skamtir koma, og at avtalan ikki verður hildin

Anders Tegnell vil hava svar og fáa greiðu á støðuni, áðrenn Svøríki fær fleiri koppsetingar

Anders Tegnell vil hava svar og fáa greiðu á støðuni, áðrenn Svøríki fær fleiri koppsetingar

2021-01-26 18:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðst í 2020 varð byrjaða at koppseta fyri koronu kring Evropa, og tá var bjartskygni um støðuna. Men síðani hevur bretska frábrigdið gjørt meira um seg, og ymsu londini hava fingið væl færri skamtir enn ætlað og avtalað var.

Tað gongur seinni enn ætlað. Ein orsøk er, at tað er vorið heldur ógreitt, hvussu nógvir skamtir eru í hvørjari sending. Í ES er misnøgd við, at Pfizer/BioNTech er komið við ov fáum skamtum, men at tað framvegis verður kravt sama upphædd.

Tað er í høvuðsheitinum ein trupulleiki við koronukoppsetingunum - AstraZeneca fær ikki givið koppsetingar til avtalaðu tíðina, og hetta fýlast tey í ES-londunum um.

Sviar sláa fast, at so leingi óvissi er um, hvussu nógv teir fáa í hvørjari sending, so verður ikki ynskt at fáa meira koppseting frá Pfizer/BioNTech, ið so heldur ikki fær nakran pening. 

Tølini av smittaðum samanlagt í Svøríki er fallandi - er talið av teimum við bretska frábrigdinum vaksandi. Anders Tegnell, farsóttarserfrøðingur, segði á tíðindafundi í dag, at hetta var orsakað av, at ein ávísur immunitetur er komin. Tegnell gjørdi eisini greitt, hvær støðan er viðvíkjandi koppsetingunum.

placeholder
placeholder