Framyvir kunnu sviar niður í 16 ára aldur verða koppsett fyri koronu. Tað upplýstu svensku myndugleikarnir á tíðindafundi í gjár.
Í Føroyum er aldursmarkið longu 16 ár, men í Svøríki hevur aldursmarkið higartil verið 18 ár, men tað aldursmarkið verður nú lækkað.
Fleiri lond eru annars byrjaði at koppseta børn niður í 12 ár, og m.a. Danmark hevur ætlanir um at gera hetta, og Svøríki fer eisini at gera tað møguligt at koppseta børn í hesum aldrinum, um tey av serligum orsøkum hava tørv á tí.
Johan Carlson, aðalstjóri hjá svenska Folkhälsomyndigheten sigur, at har eru fleiri grundir til eisini at koppseta ung. Eitt nú verjir koppsetingin móti sjúku, og fer tað at minka um vandan fyri smittusjaðing millum ung og harvið eisini minka um vandan fyri, at smittan spreiðir seg til aðrar samfelagsbólkar.
Johan Carlson sigur, sambært Ritzau, at 150 koronasmittað børn og ung í Svøríki higartil hava havt tørv á innlegging.
Hann sigur, at tey kunnu byrja at koppseta tey ungu, tá tey vaksnu eru koppsett, og helst verður tað einaferð í august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald