Svøríki hevur víst fimm russisk sendifólk av landinum.
Orsøkin er, sambært svenska uttanríkismálaráðharranum, Tobias Billström, at virksemi teirra á svenskum øki er ósambærligt við teirra diplomatiska støðu.
Upplýst verður ikki, hvat hesi fimm fólkini hava gjørt, men sambært svenska uttanríkismálaráðnum, hevur Russland í longri tíð framt fregnarvirksemi í landinum, og er tað ein støða, sum stjórnin tekur í størsta álvara.
Í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina hava fleiri evropeisk lond víst russisk sendifólk av landinum. Seinast Svøríki gjørdi hetta var í apríl í fjør, skrivar Ritzau.
Fyri tveimum vikum síðani vórðu 15 sendifólk víst úr Noregi í kjalarvørrinum á sendirøðini "Skuggakríggið" um russiskt loynivirksemi í Norðurlondum, sum er gjørd í samstarvi millum danska DR, norska NRK, svenska SVT og finska Yle.
Russland hevur eisini útvíst sendifólk úr fleiri londum. Í farnu viku vórðu yvir 20 týsk sendifólk víst úr Russlandi, og í dag boðar norska uttanríkismálaráðið frá, at Russland hevur víst tíggju norsk sendifólk úr Russlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald