Uttanlands

Svøríki hækkar verjuútreiðslurnar við 40 prosentum

Orsøkin er ein vaksandi hóttan frá Russlandi.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-10-16 11:08 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Svenska stjórnin hevur ætlanir um at hækka verjuútreiðslurnar við 40 prosentum næstu fimm árini. Orsøkin til hetta er ein vaksandi hóttan frá Russlandi. Tað boðar svenska verjumálaráðið frá á tíðindafundi sambært tíðindastovuni Reuters.

Svøríki, ið ikki er partur av NATO, hóast tætt samstarv við verjusamgonguna, skar niður uppá útreiðslurnar til verjuna eftir Kalda Kríggi, fyri at spara pening.

Økt russiskt virksemi í Baltiska Havinum hevur trýst Svøríki til, at skundisliga dubba seg út av nýggjum, har landið millum annað hevur keypt rakettir frá USA. Eisini ætlar landið at hækka talið á herfólkum úr 60.000 upp til 90.000.

-Vit hava eina støðu, har russar eru sinnaðir at nýta hernaðarligar hættir fyri at náa politiskum málum, sigur Peter Hultqvist, verjumálaráðharri.

Við 27,5 milliardum krónum meira til verjuna fram til 2025 er málið, at Svøríki skal kunna klára seg í einum kríggi í tríggjar mánaðir, inntil altjóða hjálp kemur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder