Uttanlands

Svøríki: Handtikin fyri at royna at drepa tvey børn

Tvey børn vórðu í gjárkvøldið funnin álvarsliga løstaði, og tvey fólk eru nú skuldsett fyri morðroynd – Eina barnið doyði í morgun

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2021-11-15 09:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan í Svøríki hevur handtikið ein mann og eina kvinnu og skuldsett tey fyri at royna at drepa tvey lítil børn.

Í gjárkvøldið vórðu tvey børn undir tíggju ár funnin álvarsliga løstaði nærindis einum íbúðablokki í Hässelby. Ein skaddur maður varð eisini funnin í einari íbúð í hesum blokkinum.

Løgreglan heldur, at børnini vóru dottin niður frá einum høgum staði. Sambært fleiri miðlum skulu børnini vera stungin við knívi og síðani blakaði úr einum vindeyga.

Ein av teimum handtiknu er eisini løstaður, og kann viðkomandi tí ikki vera avhoyrdur í løtuni. Tey handtiknu, skaddi maðurin og børnini hava øll tætt samband við hvønnannan, sigur løgreglan.

Sambært Ritzau doyði tað eina barnið í morgun av sínum løstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder