Í dag kom ein nýggj lóg í gildi í Svøríki, sum bannar royking á ávísum almennum støðum. Tað er eitt nú bannað at roykja uttanfyri matstovur og onnur skeinkistøð, har fólk eisini kunnu sita uttanfyri.
Eisini er bannað at roykja á tokstøðum, við bussteðgipláss, og á almennum spæliplássum. Forboðið umfatar eisini e-sigarettir.
Ein av orsøkunum til, at Ríkisdagurin hevur samtykt at banna royking uttanfyri matstovur er, at mann ynskir at minka um sosialu eksponeringina fyri royking. Endamálið er sostatt at, tað skal gerast minni vanligt at roykja, skrivar TV2.
Deildarleiðari hjá svensku heilsumyndugleikunum, Josefin Jonsson, sigur í skrivi, at nýggja lógin hevur stóran týdning fyri fólkaheilsuna.
Hetta minkar um passivu roykingina, og royndir aðrastaðni vísa, at færri fólk roykja, tá mann setur tiltøk í verk fyri at forða tí, sigur hon.
- Talan kann eitt nú vera um roykiforboð, hægri toll, at banna tubakkslýsingar, aldursmørk og at bjóða avvenjingarhjálp.
Svenska tíðindastovan TT hevur tosað við fleiri fólk og spurt tey, hvat tey halda um nýggju lógina, og sum nú er, eru deildar meiningar um hana.
- Eg trúgvi væl uppá, at royking er heilsuskaðiligt, og har finnast fólk við ovurviðkvæmi, men eg haldi, at hetta verður til eina herferð móti einum ávísum bólki, sigur ein.
- Eg haldi, at lógin er øgiliga góð, og eg haldi ikki, at tað hevði verið gott, um skeinkistøðini sjálvi skuldu sleppa at avgera hetta. Nú kunnu tey vísa á, at ein lóg er til, sum er galdandi fyri øll, sigur ein annar.
Roykiforboðið er ein liður í ætlanini hjá svensku stjórnini um at gera landið roykfrítt áðrenn ár 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald