2018-07-28 19:53
Ein 15 ára gamal drongur í Svøríki doyði, eftir hann var álopin av einum stórum hundi. Hundurin beit dreingin í hálsin, og drongurin doyði umgangandi.
Hundurin var av slagnum amerikanskur bulldog. Hetta slagið er bannað í Føroyum og Danmark, tí tað er eitt slag av sonevndum kamphundi.
Tá løgreglan kom á staðið, varð hundurin tikin av døgum.
Kannað verður nú, um eigarin hjá hundinum, ein 60 ára gomul kvinna, hevur skyldina av, at drongurin er deyður.
Sambært TV2 vil løgreglan í Svøríki ikki siga serliga nógv um málið, men talan er ikki um ein hund, sum hevur slitið bandið hjá sær og síðani er lopin á dreingin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald