2023-08-19 14:14
Í fyrru helvt av árinum vórðu 51.600 børn fødd í Svøríki. Hetta er tað lægsta burðatalið fyri hetta tíðarskeiðið síðan 2003.
Tað skrivar svenska hagstovan, Statistiska Centralbyrån sambært DR.
Í fyrru helvt av 2022 vórðu 3.000 fleiri børn fødd enn sama tíðarskeið í ár, ein munur á 5,5 prosent.
Í 48 kommunum er talan um lægsta tal á nýføðingum í hesari øldini, og í Stockholm kommunu er talan um lægsta talið á nýføðingum síðan 2005.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald