Uttanlands

Svøríki letur neyðtøkuákæruna móti Assange uppaftur

Svenska ákæruvaldið fer nú at lata níggju ára gomlu sakina uppaftur

Julian Assange (Mynd: EPA)

Julian Assange (Mynd: EPA)

2019-05-13 14:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Svenska ákæruvaldið fer nú at lata níggju ára gomlu neytøkuákæruna móti stovnaranum av Wikileaks, Julian Assange, uppaftur. Hetta upplýsti varastatsákærin, Eva-Marie Persson, á tíðindafundi í dag.

Persson sigur, at orsøkin til at sakin varð steðgað í sínari tíð einki hevði at gera við manglandi prógv. Orsøkin var umstøðurnar kring Assange. Nú vil Svøríki hava Julian Assange útflýggjaðan úr Stórabretlandi.

Assange varð í august 2010 ákærdur fyri neyðtøku og kynsligan ágang móti tveimum svenskum kvinnum.

Hann varð handtikin í London, og gjørt var av at hann skuldi útflýggjast til Svøríki. Tá flýddi Assange inn í sendistovuna hjá Ekvador í London, har hann fekk friðskjól.

Tann 11. apríl í ár varð Assange handtikin á sendistovuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder