Sviar fóru á val 13. september, og nú tveir mánaðir seinni hevur Svøríki framvgeis ikki fingið nýggja stjórn. Svøríki skal tó hava eina nýggja stjórn áðrenn jól, sigur formaðurin í svenska Riksdagen, Andreas Norlén.
Um hetta ikki eydnast, vil hann hava nýval.
– Eg ynski, at Svøríki annaðhvørt hevur eina nýggja stjórn ella fyrireikar seg til nýval, tá svenska fólkið hátíðarheldur jól, segði hann á tíðindafundi mánadagin.
Eftir áheitan frá virkandi forsætisráðharranum í Svøríki, Ulf Kristersson, er steðgur í stjórnarsamráðingunum í Svøríki í eina viku, upplýsti Norlén eisini á tíðindafundinum sambært Ritzau.
Fleiri samráðingarumfør hava verið við ymiskum samráðingarleiðarum, og í løtuni liggur uppgávan hjá Ulf Kristersson.
Ulf Kristersson vil hava eina borgarliga stjórn við Moderaterna, Centerpartiet, Kristdemokraterna og Liberalerna, men Centerpartiet ynskir at samráðast við Socialdemokratiet.
Vänsterpartiet ynskir ikki at stuðla einari stjórn, sum flokkurin ikki sjálvur er partur av, men Centerpartiet vil ikki í stjórn við Vänsterpartiet.
Kristersson sigur, at Centerpartiet tørvar fleiri dagar at taka eina avgerð.
Einasti møguleikin hjá Vänsterpartiet at sleppa í stjórn er saman við Socialdemokraterna, men Socialdemokraterna samráðast við Centerpartiet um at skipa stjórn saman við Miljöpartiet.
Magdalena Andersson, forkvinna í Sosialdemokraterna hevur eisini skotið upp at skipa stjórn millum Sosialdemokraterna og Moderaterna, men hesum møguleikanum hevur Ulf Kristersson víst aftur.
Hann sær hetta uppskotið sum eina hóttan móti Vänsterpartiet ella Centerpartiet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald