Síðan fríggjadagin hevur Danmark staðfest 89 smittutilburðir. Sostatt hava tilsamans 13.262 fingið staðfest koronasmittuna í Danmark, vísir uppgerð hjá Statens Serum Institut.
Í sama tíðarskeiði eru tó eingi andlát skrásett. Samlaða talið á andlátum, ið eru skrásett í sambandi við korona er 611.
Danmark hevur gjørt fleiri enn eina mió. kanningar, og fleiri enn 17.000 kanningar vórðu gjørdar um vikuskiftið.
Í Noreg eru skrásettir tilsamans 9.034 tilburðir og 255 andlát. Síðan fríggjadagin eru seks nýggir tilburðir skrásettir men tó einki andlát.
Sambært VG eru fleiri enn 400.000 kanningar gjørdar í Noregi.
Verri stendur tó til í Svøríki, sum eisini hevur verið nógv harðari rakt enn grannalondini.
Um vikuskiftið eru 767 tilburðir og 20 andlát skrásett. Sostatt er samlaða talið á skrásettum tilburðum og andlátum í Svøríki ávikavíst 78.048 og 5.639.
Meginparturin av teimum smittaðu eru kvinnur, meðan meginparturin av teimum, sum eru deyð, eru menn.
Sambært svenska Folkhälsomyndigheten er meginpartuin av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna millum 50 og 59 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald