Í gjár skrásetti Svøríki 752 smittutilburðir. Tað upplýstu svensku myndugleikarnir í gjár.
Sambært TV2 er talan um hægstu økingina, sum Svøríki hevur skrásett í eitt samdøgur síðan 30. juni.
At byrja við var Svøríki eitt av harðast raktu londunum, men tað hevur gingið betur seinastu mánaðirnar.
Síðan miðskeiðis í juli hevur talið á nýggjum tilburðum fleiri ferðir ligið á millum 100 og 300, men aðrir dagar hevur talið verið heilt niðri á 38. Bert í heilt fáum førum hevur talið verið hægri enn 400.
Men talið á smittaðum er nógv økt seinastu vikurnar, og fólk tykast serliga at verða smittað heima við hús. Statssmittuserfrøðingurin í Svøríki, Anders Tegnell heitir tí á fólk, sum búgva saman við einum smittaðum persóni, um at vera verðandi heima í eina viku.
Tað er serliga í høvuðsstaðarøkinum, at smittutalið er farið at vaksa.
Svøríki er tað norðurlandið, sum hevur skrásett flest smittutilburðir og andlát í sambandi við koronasmittuni.
Svøríki hevur skrásett fleiri enn 93.600 tilburðir og beint undir 5.900 andlát.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald