Býarrætturin í svenska býnum Uppsala avvísir nú, at stovnarin av WikiLeaks, Julian Assange skal fongslast ’in absentia’ í sambandi við tvær ákærur um kynsligan ágang.
Hetta merkir, at svenski dómstólurin ikki longur krevur at fáa Julian Assange førdan fyri rættin í Svøríki. Men rætturin heldur framvegis, at grundarlag er fyri at illteingja Assange fyri neyðtøku, skrivar svenska TT-tíðindastovan.
Ákærurnar um neyðtøku av tveimum svenskum kvinnum stava frá 2010. Tá var Assange í Svøríki í eina tíð í sambandi við, at WikiLeaksalmannakunngjørdi eina rúgvu av loyniligum skjølum við upplýsingum um amerikansku krígsførsluna í Irak og Afghanistan.
Seinni sama ár varð Assange handtikin í Bretlandi, eftir at svenska løgreglan hevði eftirlýst hann.
Sambært rættinum í Uppsala er ikki longur grundarlag fyri fongsulsrevsing. Men ynskið er framvegis at sleppa at avhoyra ákærda.
Ein slík avhoyring kann fara fram í London, har Assange situr í fongsli, skrivar Ritzau.
Trýstið um útflýggjan av Julian Assange er tó størri úr USA, sum vil hava Assange rættarfylgdan í fleiri ákærum fyri eitt nú njósning.
Assange leitaði sær í 2012 skjól í sendistovuni hjá Ekvador í London. Her sat hann til 11. apríl í ár. Tá sendi stjórnan í Ekvador boð til bretsku løgregluna um at handtaka 47 ára gamla avstraliaran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald