Í tveimum svenskum landspartum eru tey fyribils givin við at brúka koppingarevnið hjá AstraZeneca, eftir at óvanliga nógv av teimum koppsettu hava fingið mild hjáárin, eitt nú fepur.
Í Sörmland hevur uml. ein fjórðingur av sjúkrahússtarvsfólkunum fingið hjáárin. Orsøkin til, at ein fyribils steðgur kemur í koppsetingina er, at tey í Sörmland ikki ynskja ov nógvar sjúkrameldingar í senn.
Sambært SVT verður sagt av fyritøkuni AstraZeneca, at tey harmast um lutfalsliga høga talið á koppsettum fólkum, sum uppliva hesi hjáárin.
Hetta er ikki gott, at talið á teimum, sum uppliva hjáárin tykist størri, enn tey høvdu væntað, verður sagt av fyritøkuni.
Kanningar, sum AstraZeneca hevur gjørt, vístu annars, at uml. tíggju prosent av teimum koppsettu uppliva hjáárin, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald