Uttanlands

Svøríki steingir skúlarnar fyri tey eldru

Men barnaskúlar og dagstovnar eru framvegis opnir koronasmittan herjar

Stefan Löfven (Mynd: EPA)

Stefan Löfven (Mynd: EPA)

2020-03-17 10:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svøríki steingir nú skúlarnar fyri eldstu næmingarnar. Men barnaskúlar og dagstovnar í Svøríki eru framvegis opnir.

Tað boðaði Stefan Löfven, forsætisráðharri, frá á tíðindafundi í morgun.

- Næmingar á framhaldsdeild og hægri skúlum, skulu frameftir lesa heimanífrá, segði forsætisráðharrin.

Talan er ikki um kravboð, men forsætisráðharrin segði, at hann roknar við, at boðini verða fylgd.

Týðandi boðskapurin er, at eldru næmingarnir ferðast yvir størri økir enn teir yngru. Hartil er ber betri til at brúka fjarundirvísing til eldru næmingarnar og tey lesandi.

Svensku myndugleikarnir halda framvegis, at yngru næmingarnir eru tryggast við at vera í skúla. Upp á fyrispurning um, hví Svøríki ger aðrar metingar enn eitt nú Noreg og Danmark, verður sagt, at svensku myndugleikarnir framvegis halda, at neiligu avleiðingarnar við at steingja skúlar, eru størri enn tær jaligu.

Les eisini: Ongi krøv um at lata skúlar aftur í Svøríki 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder