Uttanlands

Svøríki støðgar eisini AstraZeneca

Bíðar nú eftir hvat evropeiski heilivágsstovnurin kemur fram til viðvíkjandi bretskt-svenska koppingarevninum

Anders Tegnell (Mynd: EPA)

Anders Tegnell (Mynd: EPA)

2021-03-16 09:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svøríki støðgar nú eisini brúkinum av vaksinuni frá AstraZeneca. Tað boðar ovasti svenski smittuserfrøðingurin, Anders Tegnell, frá í dag, skrivar svt.se.

Higartil eru 20 lond í Evropa og restini av heiminum fyribils støðgað við at brúka koppingarevnið frá AstraZeneca.

- Tað finst góður kunnleiki um vaksinuna, men tað er kortini av týdningi at støðga við koppsetingini nú til evropeiski heilivágsstovnurin, EMA, hevur gjørt sínar kanningar av heilivágnum, sigur Tegnell.

Tað snýr seg um spurningin, um heilivágurin kann hava samband við nakrar tilburðir av blóðtøppi og aðrar trupulleikar í blóðrenslinum hjá fólki, sum eru koppsett við hesum heiliváginum.

Bretsk-svenska fyritøkan AstraZeneca vísir aftur, at teirra heilivágur elvir til slíkar trupulleikar. Felagið vísir á royndirnar við yvir 17 milliónum koppsetingum í Bretlandi og ES-londum, sum ikki hava víst líknandi tekin.

Koppingarevnið er ment á universitetinum í Oxford.

Í Bretlandi hava tey givið 11 milliónir skamtir av hesum koppingarevninum, og koppsetingarætlanin heldur fram sum vanligt. 

AstraZeneca koppsetingarevnið hevur ikki verið brúkt í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder