2021-12-01 12:59
Myndugleikarnir í Svøríki hava nú hert tilmælini fyri ferðandi orsakað av nýggja koronufrábrigdinum Omikron.
Hetta merkir, at ferðandi, sum koma til Svøríkis úr øðrum londum enn Norðurlondum, verða biðin um at lata seg kanna fyri koronu.
Tilmælið er galdandi fyri tey, sum hava verið uttanfyri Norðurlond seinastu sjey dagarnar áðrenn komu, upplýsir Folkhälsomyndigheten í tíðindaskrivi.
Karin Tegmark Wisell, stjóri sigur, at nú frábrigdið spjaðir seg skjótt í øðrum londum, er tað umráðandi at seta tiltøk í verk, so tilburðirnir verða staðfestir tíðliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald