Uttanlands

Svøríki: Trý fólk latið lív í ógvusligum hendingum

Tveir mans deyðir í skottilburðum og kvinna deyð orsaka av springing í húsi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-09-28 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Svøríki líkist tað eini harðskapsbylgju, sum herjar í hesum døgum. Í nátt og í gjárkvøldið hava trý fólk latið lív í trimum ógvusligum hendingum.

Ein kvinna í tjúgunum lat lív í nátt eftir eina spreinging í svenska býnum Uppsala.

Sambært Aftonbladet hendi spreingingin klokkan 03.45, lokala tíð, í nátt í einum sethúsaøki í svenska býnum, sum ligur um ein tíma í bili frá Stockholm.

- Tað var ein sterkur brestur, sum elvdi til stórar oyðileggingar á tvey hús, og trý onnur hús fingu skaða, upplýsir ein løgreglutalsmaður fyri blaðnum.

Sambært kringvarpinum SVT, var unga kvinnan flutt á sjúkrahús, har hon seinni doyði orsaka av løstunum hon fekk.

Hetta var ikki einasta ógvusliga hendingin í Svøríki í nátt. Í býnum Jordbro, 30 kilometrar sunnan fyri Stockholm doyði ein maður av skoti, og ein annar maður liggur særdur á sjúkrahúsi, skrivaði SVT fyrr í nátt.

Løgreglan setti eina leiting í gongd eftir gerningsmonnunum, og sambært SVT eru tríggir mans handtiknir og hald er lagt á fleiri akfør.

Og í gjárkvøldið doyði ein ungur maður av skotum í sjálvum høvuðsstaðnum Stockholm.

Maðurin var ikki fyltur tjúgu. Hann varð skotin nærhendis einum ítróttaøki, har fleiri børn vóru til venjing. Í hesum sambandi hevur løgreglan leitað eftir einum gráum Toyota-bili. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder