2018-07-27 22:12
Svensku myndugleikarnir umhugsa at søkja sær hjálp frá NATO-limalondunum í eini roynd at basa ógvusligu skógareldarnar, sum hava herjað í landinum seinastu vikurnar.
Stefan Löfven, forsætisráðharri í Svøríki, segði á tíðindafundi, at Svøríki, sum ikki er limur í NATO, ikki kann vænta sær meiri hjálp frá ES, tí at Grikkaland, sum eisini er limur í NATO, og berjist við ógvusligari skógareldar, hevur meiri tørv á hjálp.
Svenska stjórnin hevur lati 300 milliónir svenskar krónur til kommunurnar og 25 milliónir til hjálparfelagsskapir í royndini at basa eldarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald