Uttanlands

Svøríki: Verður væntandi Nato-limur í morgin

Svenski forsætisráðharrin og uttanríkisráðharrin settu seg seinnapartin í eitt flogfar til Washington

Ulf Kristersson, forsætisráðharri, er í dag farin til Washington D.C. har svenski limaskapurin væntandi verður staðfestur í morgin (Mynd: EPA)

Ulf Kristersson, forsætisráðharri, er í dag farin til Washington D.C. har svenski limaskapurin væntandi verður staðfestur í morgin (Mynd: EPA)

2024-03-06 15:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svøríki verður væntandi innlimað í vesturlendsku hernaðarsamgonguna Nato í morgin.

Tað skrivar svenska TT tíðindastovan í dag, tó uttan at nevna hvørjar keldurnar eru.

Roknað verður við, at Ungarn í morgin fer at senda lata inn sína góðkenning av svensku Nato-umsóknini til USA.

Svenska stjórnin hevur í dag boðað frá, at Ulf Kristersson, forsætisráðharri, og Tobias Billström, uttanríkisráðharri, í dag eru farnir til Washington D.C. í sambandi við at umsóknin um limaskap nú væntandi verður endaliga staðfest.

Svenska kringvarpið SVT skrivar, at flogfarið við Kristersson og Billström umborð, fór úr Arlanda floghavnini í Stockholm klokkan 14.30 lokala tíð í dag.

- Hetta kann ikki tulkast øðrvísið enn, at stjórnin er rættiliga vís í, at Ungarn fer at lata skjølini inn í Washington í morgin, sigur Mats Knutson, sum er politiskur viðmerkjari hjá SVT.

Tað var á vári í 2022, stutt eftir russisku innrásina í Ukraina, at Svøríki saman við Finnlandi sendi inn umsókn um at gerast limur í verjusamgonguni.

Finnland gjørdist limur í apríl í fjør. Men Svøríki hevur bíðað í næstan eitt heilt ár afturat áðrenn umsóknin varð góðtikin av øllum limalondunum.

Øll limalondini í Nato skulu góðkenna umsóknir frá nýggjum londum at gerast limir í verjusamgonguni. Hesaferð settu bæði Turkaland og Ungarn seg ímóti, at Svøríki gjørdist limur.

Turkiska tjóðartingið góðkendi svensku umsóknina í januar. Orsøkin til at Turkaland drálaði var eitt nú orsaka av, at Turkaland heldur, at svenska stjórnin hevur stuðlað ella hjálpt leiðandi limum í kurdiska arbeiðaraflokkinum, PKK, sum er á listanum hjá ES yvir yvirgangsfelagsskapir.

Nývaldi forsetin í Ungarn, Tamás Sulyok, skrivaði í gjár undir ungarsku góðkenningina av, at Svøríki gerst Nato-limur.

Í Ungarn hevur misnøgd verið um, at Svøríki hevur havt at Ungarn fyri eitt nú ikki at halda galdandi galdandi aðalreglur fyri at vera rættarstatur, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder