Uttanlands

Svøríki við nýggjum hjálparpakka til Ukraina

Talan er um ein hjálparpakka fyri eina milliard svenskar krónur, sum inniheldur stuðul bæði til hernaðarlig og sivil endamál

Dmytro Kuleba, uttanríkisráðharri í Ukraina og Magdalena Andersson, forsætisráðharri í Svøríki (Mynd: EPA)

Dmytro Kuleba, uttanríkisráðharri í Ukraina og Magdalena Andersson, forsætisráðharri í Svøríki (Mynd: EPA)

2022-08-29 17:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svøríki sendir eina hjálpapakka fyri eina milliard svenskar krónur til Ukraina.

Tað boðaði svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson frá á tíðindafundi í dag í sambandi við vitjan hjá ukrainska uttanríkismálaráðharranum, Dmytro Kuleba.

Upphæddin, sum svarar til nærum 700 milliónir í okkara krónum, fer bæði til hernaðarligan stuðul og stuðul til enduruppbygging av Ukraina.

Svøríki fer eisini at keypa ukrainskt hveiti, sum síðani skal latast londum, sum eru rakt av matvørutroti. Hetta verður eisini gjørt fyri at stuðla ukrainska búskapinum, skrivar tíðindastovan Reuters.

Ukrainski uttanríkismálaráðharrin heitti í sambandi við vitjanina í Svøríki á landið um at geva Ukraina fleiri vápn. So leingi sum kríggið varar, fer Ukraina at biðja um fleiri vápn, sigur hann.

Hernaðarligi parturin av hjálparpakkanum fer, sambært Magdalenu Andersson at innihalda vápn og persónliga verjuútgerð eins og aðrir hjálparpakkar. Eisini segði hon, at Svøríki framhaldandi fer at stuðla Ukraina, so leingi sum kríggið millum Ukraina og Russland varar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder