Seinasta mánaðin hava lesarar kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá føroysku bókasøvnunum, og í dag varð vinnarin kunngjørdur; "Svørt Orkidé" eftir Vónbjørt Vang.
Hini bæði tilnevndu verkini vóru ”Altartalvan” eftir Jógvan Isaksen og ”Marta Marta” eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs.
Lesaravirðislønin á 30.000 krónur verður handað á almennum tiltaki á landsbókasavninum mikudagin 4. mars.
Hetta er triðju ferð, at Lesaravirðislønin verður latin.
Virðislønin er sett á stovn fyri at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur.
Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.
Fyri yrkingasavnið "Svørt Orkidé" hevur Vónbjørt Vang frammanundan fingið bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens og Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald