Nýggj gransking vísir, at svøvnvanarnir hjá ungdómi hava nógv at siga fyri lívsdygdina. Hvussu nógv ungfólk sova hvørja nátt sær út til at hava samband við, hvussu tey trívast og megna at hugsavna seg í skúlanum.
Vit hoyra lærarar siga frá næmingum, sum siga seg sova bara fáar tímar hvørja nátt, og nýggja trivnaðarkanningin sigur eisini frá næmingum, sum sova ógvuliga lítið. Tveir serfrøðingar í Noregi, Erik Grasaas, ph.d, og Christina Åsan Grasaas, fysioterapeutur, hava skrivað eina tíðargrein, har tey seta spurningin, um svøvnur eigur at koma á pensumlistan.
Í greinini, tey hava skrivað á forskning.no, stendur, at ungfólk sova minni enn áður, og tey síggja, at vantandi svøvnur ávirkar lívið hjá teimum. Tað hevur týdning at kunna um, hvussu svøvnur ávirkar ymiskar partar av gerandisdegnum hjá ungfólki hvønn dag, og hvat vit saman kunnu gera fyri, at ungdómurin svevur nóg mikið hvørt einasta samdøgur. Týdningurin av svøvni eigur at verða miðlaður fyri næmingum á skúlanum, halda tey.
Í kanning, tey hava gjørt, kemur fram, hvussu nógv ungfólk í Noregi sova gerandisdagar og í vikuskiftum. Samanlagt hava 696 næmingar í aldrinum 13-15 ár verið við í kanningini. Umleið helmingurin svaraði, at teir sova væl hvørja nátt, tað er samanhangandi, og at teir hildu seg sova nóg leingi. Tað kom eisini fram, at bæði gentur og dreingir sova umleið hálvan annan tímar longur í vikuskiftum samanborið við gerandisdagar.
Munur á gerandisdegi og vikuskifti
Vit vita, at ungfólk sova longri í vikuskiftum enn gerandisdagar, síðst í ungdómsárunum kann hetta vera tveir-tríggjar tímar longri. Hetta kann sýnast at hava lítið upp á seg, men tað at ungfólk sova minni gerandisdagar enn í vikuskiftum kann hava stórar avleiðingar. Um munurin verður ov stórur millum gerandisdag og vikuskifti, kann tað føra til, at tey klára seg verri í skúlanum. Tað er eisini prógvað, at tað kann føra til størri vanda fyri tunglyndi, men eisini heilsuavbjóðingar so sum at viga ov nógv kann gera seg galdandi, um tú svevur ov lítið.
Tað er ikki tí, at vit ikki unna teimum at sova longri í vikuskiftinum, skriva serfrøðingarnir, tað er bara tað, at svøvnurin gerandisdagar hevur samband við lívsdygdina í øllum sínum brigdum – og størsti samanhangurin er lívsdygdin, sum verður mátað við trivnað og hugsavnan í skúlanum.
Harumframt varð kannað, hvussu svøvnur í gerandisdegnum og vikuskiftinum ávirkar trúnna hjá teimum ungu upp á egna meistran. Hetta er spennandi at kanna, tí trúgva ungfólk, at tey megna tað, tey seta sær fyri, hevur tað stóra ávirkan á gerandislívið hjá teimum. Trúgvin á egin evni, og hvussu tey møta avbjóðingum hevur víst seg at hava samband við góða heilsu. Tað, sum tey, ið hava gjørt kanningina, hava funnið út av, er, at svøvnur í gerandisdegnum og ikki svøvnur í vikuskiftinum, hevur størst ávirkan á trúnna hjá teimum ungu á at møta nýggjum avbjóðingum.
Hvussu kunnu vit kunna um týdningin av svøvni í skúlanum?
Ein byrjan kann vera at fáa svøvn á pensumslistan í skúlanum. Bæði í fólkaskúla og miðnámsskúla hava næmingar ymiskt viðvíkjandi fólkaheilsu. Serfrøðingarnir halda tó, at svøvnur eigur at vera eitt týðiligari og greiðari evni, sum lærarar taka til sín at undirvísa í.
Tað er avbjóðandi ikki at nevna skíggjanýtsluna hjá ungdómi sum ein týðandi partur í myndini, tá ið talan er um svøvn – serliga nýtsluna av skíggja fyri songartíð. Fleiri og fleiri keldur ávara ímóti at vera á skíggjum fyri songartíð.
Skúlablaðið
Kelda: forskning.no
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald