Mentan

Swangah á Summar Festival

Rappbolkurin við høga flognum spælir á Summar Festivalinum í august

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-07-02 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Rappbólkurin Swangah, sum við sniðfundigum tekstum og kveikjandi løgum hevur vunnið stóra undirtøku millum fólk, verður at hoyra á Summar Festivalinum, sum verður í døgunum 6. til 8. august.

Tað boða fyriskiparar av festivalinum frá í tíðindaskrivi í dag.

– Swangah kom sum ein summaródn inn á føroyska tónleikapallin við fyrstu útgávuni í 2011, og síðani hava teir latið aðrar útgávur frá sær og hava samstarvað við aðrar bólkar og sangarar á einstøkum sangum.

Bólkurin er kendur fyri løg sum "Frá bygd til bý", "Áðrenn vit flagga", og "Gentan er farlig".

– Swangah er heimligt rapp á høgum stigi. Teir bæði rósa og revsa, skemta og skelda, í sínum væl skrivaðu tekstum, og teir duga eisini at gera fangandi niðurløg. Swangah hevur vunnið fleiri heiðurslønir fyri tónleikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder