Mentan

Swangah koma á Voxbotn

Nú er fyrsta føroyska navnið komið á plakatina til tvey-daga tónleikaveitsluna í Vágsbotni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-11 09:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku tónleikanøvnini koma nú fram, sum skulu spæla á Voxbotn-konsertunum, sum verða komandi vikuskifti.

Fyrireikararnir boða nú frá, at føroysku rappkongarnir úr Svanga koma við sínum rímum og rútmum á Okkara Voxbotn í ár. Teir skulu framførafríggjadagin 20. august.

Swangah hevur áður framført á Voxbotn, og tá var tað ein rimmar veitsla.Bólkurin er ein sannur pionerur á føroyska tónleikahválvinum, tí teir tóku føroyskan hip-hop upp á eitt nógv hægri støði. Ungdómurin tók bólkin til sín beinanvegin, og teir hava síðani megnað at fylt konserthølini, og hava fingið dansigólvini at danda. Swangah eru heilt einfalt vorðnir føroysk fólkaogn.

Skráin til Okkara Voxbotn 20/21 tekur skap, og fleiri nøvn eru longu kunngjørd, men komandi dagarnir koma nógv fleiri.

Frammanundan er greitt, at Robin Schulz, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Sanne Salomonsen, Hanne Boel, The Antonelli Orchestra og Sam Feldt fara á framføra á Voxbotn í ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder