
Í døgunum 27. - 29. juni verða verkstovur og vísindalig ráðstevna um algoritmuástøði á Fróðskaparsetri Føroya í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn
SWAT er altjóða viðurkend ráðstevna um ástøðilig telduvísindi, har sniðgeving og greining av algoritmum og dátubygnaði er á skránni.
Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at hetta er 18. ferð, at skandinaviska vísindaliga ráðstevnan – SWAT, verður hildin.
Í ár er Fróðskaparsetur Føroya vertur undir leiðslu av Qin Xin, professara. Aðrir fyriskiparar eru Hans Blaasvær (KT-húsið og Fróðskaparsetur Føroya), Ólavur Ellefsen (Tøkni og Fróðskaparsetur Føroya), Jógvan Thomsen (Vinnustovnurin) og Michael Thomsen (Vinnustovnurin og Fróðskaðarsetur Føroya).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald