Mentan

Syddansk Universitet tilnevnir Magna Mohr professara

Skal styrkja granskingina innan úrvalsfótbólt á universitetinum við høvuðssæti í Odense

2019-03-01 13:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Magni Mohr, dekanur og lektari í heilsuvísindum á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum, er júst tilnevndur professari innan úrvalsfótbólt á Syddansk Universitet, deildini, sum eitur Institut for Idræt og Biomekanik.

Tað boðar Syddansk Universitet frá í tíðindaskrivi, sum er sent út í dag umvegis Ritzau. Universitetið fegnast um, at gransking í úrvalsfótbólti á Syddansk Universitet nú verður styrkt við Magna Mohr atknýttum.

Ítróttaprofessarin úr Vági verður lýstur sum ein altjóða viðurkendur granskari í arbeiðsfysiologi, sum hevur skrivað langt yvir hundrað vísundaligar greinar. Hann er millum heimsins leiðandi granskarar innan fótbólt og venjing av fótbóltsspælarum.

Magni granskar serliga í møði í vøddunum í sambandi við hart kropsligt arbeiði í sambandi við venjing av úrvalsfótbóltsleikarum og íðkarum av øðrum liðítróttum.

Umframt at vera formaður í Fólkaheilsuráðnum her heima, er Magni Mohr eisini settur gestagranskari á Göteborg Universitet. Hann hevur arbeitt fyri altjóða kend fótbóltsfeløg bæði í italsku Serie A, ensku Premier League og sponslu La Liga. Í løtuni er hann fysiskur venjari og ’performance director’ fyri A-landsliðið hjá Kameroun, sum í løtuni roynir at koma við í African Cup of Nations.

Hann ehvur skrivað fleiri bøkur um fysiologi og kropsliga venjing, harav nakrar verða brúktar í venjaraútbúgving í fleiri londum, eisini uttan fyri Evropa. Magni Mohr hevur eisini síðan 2002 verið Fifa-instruktørur og undirvísir Pro-licence fótbóltsvenjarar kring um í heiminum, verður millum annað sagt í tíðindaskrivinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder