Mentan

Symfoniorkestrið hevur roynt tað fyrr

Leiðarin fyri orkestrið, Bernarður Wilkinson, hevur drúgvar royndir við symfoniskum rokktónleiki

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-18 14:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri Føroya Symforkestur er tað ikki heilt ókent at spæla rokktónleik. Fleiri munnu enn minnast sjáldsama góðu konsertina fyri 12 árumsíðani, sum orkestrið hevði saman við íslendska orkestrinum Dundurfréttir, tá tey framførdu verkið ”The Wall” hjá Pink Floyd, m.a. við luttøku av einum barnakóri.

Leiðarin hjá orkestrinum, Bernarður Wilkinson, hevur eisini verið í fleiri verkætlanum í Íslandi, har hann hevur staðið á odda fyri symfoniorkestri í samstarvi við rokkorkestur, eitt nú Dundurfréttir og Skálmöld.

Maðurin, sum plagar at leggja tónleikin til rærris fyri symfoniorkestur, Haraldur Sveinbjörnsson, skal eisini arrangera tónleikin hjá Týr.

- Vit hava valt einar 14 til 16 sangir út til hann at arrangera. Talan er um nakrar av best umtóktu sangum okkara, fleiri av kvæðaløgunum eru við, men mest slíkt, sum vit sjálvir hava skrivað. Vit hava lagt okkum eftir at velja út løg, sum eru egnað til symfoniskan tónleik, og serliga har kórið kann vera við, greiddi Heri Joensen frá á tíðindafundinum í dag.

Fyri Føroya Symfoniorkestur er hetta eisini eitt høvi at vísa og prógva, at føroyska symfoniorkestrið als ikki bert er ætlað til klassikan tónleik.

- Vit spæla ymiskan tónleik. Flestu kenna nýggjárskonsertirnar, har stórur partur av skránni er undirhaldstónleikur. Vit hava eisini barnakonsertir. Við at fara í samstarv við ein rokkbólk fáa vit høvi at koma í samband við hetta slag av tónleiki eisini, og geva fólkum, sum annars ikki ganga til symfonikonsert høvi at hoyra okkum, segði Pól Jákup Thomsen, stjóri fyri Symfoniorkestrið.

Fyrimunurin í dag í mun til tá symfoniorkestrið framførdi The Wall er, at øll útgerð, ið skal brúkast til eitt slíkt stórt tiltak, er tøk í Føroyum.

Norðurlandahúsið ger nógv burtur úr hesum tiltakinum. Ein serlig plakat er gjørd. Men eisini er ætlanin at hava stórt ljóssjów og eisini myndir á tjaldinum aftanfyri.

Kringvarp Føroya er eisini knýtt at verkætlanini. Ætlanin er at gera eina sjónvarpsframleiðslu burtur úr konsertini í so høgum kvaliteti, at hon skal hava møguleika at røkka langt út um landoddarnar.

Lesi eisini: Týr og Symfoniorkestrið í spennandi samstarvi 

Á filminum herundir sæst Bernharður Wilkinson stjórna Sinfóníuhljómsveit Íslands og rokkbólkinum Skálmöld á eini konsert, ið varð hildin í Hörpu:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder