2020-10-30 14:05
Vestmenningar skipa í morgin fyri seyðasýning. Hon verður í seyðahúsinum hjá Fjalshaga á middegi.
Virðisløn verður latið fyri bestu veðrargjólingar, Besta haga, besti vetur gamli veðrur og fyri besta eldra veðr.
Tað verða menn úr Kollafirði og á av Skálafjørðinum, sum fara at sýna seyðin.
Suppa og kaffi verður afturvið meðan sýningin er, siga fyriskipararnir.
Í Vestmanna hava tey skipað fyri seyðasýning síðani 2006.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald