Í 2012 gav Føroya Sanglærarafelag sangbókina "Syng" út. Hetta var ein útgáva í tveimum pørtum: "SYNG – tekstir," sum bara hevur tekstir, og "SYNG – nótar og tekstir", sum eisini hevur nótar, teir flestu við talsetingum.
Tann seinna bókin hevur verið útseld í eini 10 ár. Tørvurin á henni hevur verið stórur, tí nógv hava spurt, um hon ikki bleiv endurprentað, og tað er hon so nú. Hon kemur væntandi í handlarnar skjótt, um hon ikki longu er komin.
Ætlanin við "SYNG" er at menna føroyska sangin hjá ungum og vaksnum. Hon er ein frískligur íblástur til sangin í skúla, heimi og frítíð.
Í "SYNG" eru 456 sangir. Allir – uttan teir norðurlendsku tjóðsangirnir – eru á føroyskum máli. Her eru sangir úr gomlu føroysku sangmentanini, nýggir sangir og eitt breitt úrval av tí kenda og nógv sungna.
"SYNG" er býtt upp í sangevni og hevur fleiri yvirlit at leita í.
Tað er forlagið Nótar, sum gevur "SYNG – nótar og tekstir" út hesa ferð.
Zacharias Sørensen stendur fyri forlagnum, sum eisini selur sangir við nótum á netinum. Heimasíðan eitur nótar.fo.
Mentanargrunnur Landsins og Tórshavnar Kommuna hava givið stuðul til endurútgávuna. Hesi góvu eisini stuðul til verkætlanina í 2012.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald