Mentan

Syngið við kvøld umborð á Westward Ho! 

Serligt tiltak verður á Sørvágsfirði í annaðkvøld

2024-07-04 09:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í annaðkvøld verður ein serstøk løta á Sørvágsfirði, tá sluppin Westward Ho setur segl frá bryggjuni í Sørvági. 

Á hesum kvøldinum bjóða fyrireikararnir til eitt fjølbroytt tiltak, har bæði tónleikur og søgur fara at skapa eina serstaka og hugnaliga løtu umborð.

Á harmoniku og gittari fara tónleikararnir Remi Hansen og Tummas Heri Thomassen at leiða syngið-við-kvøldið. Við sínum dygga og lívliga undirhaldi fara teir at tryggja, at gestirnir fáa eina minniliga uppliving, fylta við felagssangi og góðum tónum.

Umframt tónleikaframførslur, fara sørvingarnir Pál Weihe og Jóan Pauli Joensen at vera vertir fyri kvøldinum. Við teirra kunnleika til lokalar søgur og mentan, fara teir at deila spennandi søgur og hugleiðingar um Sørvág og umhvørvið. Hetta gevur eina serliga lokala dýpd og nærleika til tiltakið, ið gestir kunnu njóta umborð á sluppini.

Møguleiki er eisini at hava egnan bát og liggja hjá Westward Ho.

Tiltakið byrjar klokkan 20 og atgongumerki kunnu keypast á seatravel.fo. Avmarkað pláss.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder