2020-12-23 14:08
Tað er 23. desember, og tað er vorðið vanligt at stóri salurin í Kelduni er fullsettur tollaksmessukvøld, tá jólini verða sungin inn.
Soleiðis verður ikki í ár orsakað av koronustøðuni, men tað verður kortini sungið í Kelduni, og árliga tiltakið "Vit syngja jólini inn" verður sent í Kringvarpinum.
Eingie áskoðarar verða í samkomuni í Skálafirði, men fólk hava í kvøld møguleika at syngja við heimanfrá. Sangframførslur vera eisini frá Odu Sonju á Fríðufløtum, Sonju Ingolfsdóttir Jacobsen, Bodil á Boðanesi og Álvi Fuglø Christiansen.
Sendingin verður í Kringvarpi Føroya frá klokkan 19.45 til 20.35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald