Mentan

Syngja jólini inn í Skálafirði

Tiltakið verður tollaksmessukvøld

2025-12-09 10:21 Author image
Innsent
placeholder

Nú jólaperur tendrast um alt landið, og hugnin breiðir seg, minnir tað okkum á jólasang og felagsskap.

Í Kelduni í Skálafirði verða jólini aftur í ár sungin inn – eins og tey hava verið seinastu tvey áratíggjuni. Sangurin rungar um alt húsið, og nógv eru tey, ið plaga at leita sær í Kelduna hetta kvøldið.

Á skránni er nógvur felagssangur og fýra framførslur. “Vit sygnja jólini inn” verður 23. desembur kl. 21, og Keldan letur frætta, at øll eru vælkomin at vera við.

Aftan á verður kaféterian opin, og Keldan bjóðar øllum heitar eplaskivur, karamellur og mandarinir. Ein innsavnan verður - peningurin fer óskerdur til vælgerandi endamál. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder