Mentan

Syngja Mozarts Requiem um páskirnar

Í Havn skíriskvøld og í Gøtu langafríggjadag. Tveir av solistunum eru føroyingar, Birita Adela og Herfinnur Árnafjall

2019-04-11 09:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skírisdag og langafríggjadag fara Havnarkórið og Eystanljóð saman við orkestri og solistum at framføra gitna tónaverkið Requiem Kv 626 hjá W.A. Mozart.

Fyrra konsertin, verður í Vesturkirkjuni skíriskvøld, og seinna í Gøtu kirkju seinnapartin langafríggjadag.

Requiem er upprunaliga heiti á romersk-katólsku messuni fyri teimum deyðu, eisini nevnd ’Missa pro defundis’. Tónaskøld hava í øldir skrivað tónleik grundaðan á tekstin úr liðunum í Requiem-messuni. Requiem aeternam dona eis, Domine - Veit teimum æviga hvílu Harri.

Requiem er síðsta verk sum liggur eftir Mozart. Mozart doyði bara 35 ára gamal í 1791 og var hann tá ikki liðugur við Requiem. Kona Mozart heitti tí á ein av næmingunum hjá manninum – Franz Süssmayr –  um at skriva verkið liðugt. At Mozart ikki fullførdi sítt Requiem hevur nærum frá byrjan skapt hópin av gitingum og konspiratiónsteorium viðvíkjandi verkinum. Tann kendasta er uttan iva tann, sum verður løgd fram í filmslistarliga meistaraverkinum hjá Milos Forman, “Amadeus”.

Solistar á konsertunum eru føroyska Birita Adela, sopran, týska Carolin Ritter, alt, íslendski Þorsteinn Freyr, tenor og føroyski Herfinnur Árnafjall, bass. Leif Hansen stjórnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder