Mentan

Syngur fyri fólki við alzheimers

Stuðulskonsert verður á Eiði til frama fyri serligari fløguútgávu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-12-13 08:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sunnukvøldið verður serlig jólakonsert í Mentunarhøllini á Eiði.

Tónleikinum standa Marjun Wolles og lokala harmonoorkestrið, Eiðis Ljómfelag, fyri, og talan er um eina stuðulskonsert til frama fyri fólk við alzheimer sjúkuni.

Marjun Wiolles hevur í eina tíð arbeitt við eini fløgu, sum serliga er ætlað fólki við alzheimers.

- Tað er kent, at fólk við alzheimers gleðast um at hoyra sang og tónleik frá yngri árum. Hetta hevur Marjun eisini upplivað í arbeiðinum sum feriuavloysari á ellisheimum. Og tað er harfrá, at hugskotið er sprottið, verður sagt í tíðindaskrivi.

Atgongumerki til stuðulskonsertina á Eiði fáast á atgongumerki.fo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder