2025-03-16 09:28

Stutt eftir klokkan eitt í nátt hendi ein vanlukka uttanfyri Hilton Garden Inn í Havn.
Ein maður í 50unum datt uttanfyri gistingarhúsið og doyði av fallinum, sum verður mett at vera einar tríggjar metrar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Fólk vóru skjót á staðnum og ringdu eftir hjálp. Løgregla og sjúkrabilur vórðu send á staðið, men stutt eftir varð staðfest, at maðurin var deyður.
Alt bendir á, at talan er um eina syrgiliga vanlukku, men løgreglan kannar málið. M.a. skulu avhoyringar gerast í dag, og vitnini hava fingið tilboð um kreppuhjálp.
Dagførd kl. 9.35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald