Innanlands

Syrgiligur tilburður í Vágum: 52 ára gamal maður deyður

Tað er ikki vist, um tað var ein arbeiðsvanlukka tá ein 52 ára gamal maður doyði á Miðvági í morgun. Hetta hendi tá hann var til arbeiðis á einum aliringi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-22 19:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein syndarligur tilburður í Miðvági kravdi í morgun eitt mannalív. Talan er um ein 52 ára gamlan mann, sum var til arbeiðis úti á einum av aliringunum á vágni.

Ein annar maður var eisini við úti á aliringinum, men sá ikki tá tað hendi.

Tann 52 ára gamli er gliðin á sjógv og druknaður ella hevur fingið eitt dánilsi ella ein tilburð av onkrum slagi. Lívbjargandi fyrstahjálp varð givin á staðnum, men á Landssjúkrahúsinum kundi staðfestast, at maðurin var deyður, skrivar vp.fo.

Tey avvarðandi hava fingið syrgiligu boðini.

Líkskurður verður hósdagin, og Arbeiðseftirlitið fer at kanna tilburðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder