Uttanlands

Sýria: 11 sivilfólk dripin í turkiskum dronuálopi

Øll vóru úr somu familju - seks børn og fimm vaksin, sigur sýriski stovnurin Sohr

Turkisk drona av slagnum Bayraktar TB2 (Mynd: AFP)

Turkisk drona av slagnum Bayraktar TB2 (Mynd: AFP)

2024-12-09 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun hava 11 sivilfólk latið lív í einum turkiskum álopi í einum kurdiskum øki í Norðursýria, upplýsir Sohr, ein stovnur, sum hevur til endamáls at skráseta mannarættindabrot í Sýria.

Sambært Sohr vóru øll 11 úr somu familju. Talan var um seks børn og fimm vaksin.

Álopið varð framt nærindis býnum Ain Issa.

Kurdisku økini í norðara parti av Sýria liggja við markið til Turkaland og Irak. Turkaland hevur undir borgarakrígnum í Sýria, sum byrjaði í 2011, javnan lopið á kurdisk mál í Sýria.

Í gjár varð boðað frá, at stjórin hjá Bashar al-Assad var fallin, og at uppreistrarbólkar høvdu tikið hvøðsstaðin Damaskus. Uppreisturin er m.a. stuðlaður av turkiska forsetanum Recep Tayyip Erdogan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder