Uttanlands

Sýria brúkt evnafrøðilig vápn í fleiri enn 300 álopum

Nýggj frágreiðing sigur, at stýrið í Sýria hevur framt fleiri hundrað álop við eiturgassi og øðrum evnafrøðiligum vápnum

2019-02-18 09:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í átta ára langa borgarakrígnum í Sýria eru fram nógv fleiri álop við ólógligum kemiskum evnum enn higartil mett. Størsti parturin at ólógligu álopunum eru framd av stýrinum hjá forsetanum Bashar al-Assad.

Tað er týska tankasmiðja The Global Public Policy Institute, sum hevur gjørt frágreiðing sum vísir, at í alt eru framd í minsta lagi 336 álop við evnafrøðiligum vápnum sum klorin, gass og sarin. Granskararnir hava ikki megnað at staðfesta fráboðanir um 162 onnur álop við evnafrøðiligum vápnum, skriva eitt nú The Washington Post.

Sambært frágreiðingini stendur stýrið hjá forsetanum aftanfyri 98 prosentum av teimum 3356 álopunum. Restina av álopunum eru framd av Islamiska Statinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder