Uttanlands

Sýria: Ísrael forðar hjálpararbeiðinum

Álop á floghavnina í Aleppo ger at hjálp til neyðstødd frá jarðskjálvtanum ikki kann flúgvast inn í løtuni

Savnsmynd frá floghavnini í Aleppo (Mynd: EPA)

Savnsmynd frá floghavnini í Aleppo (Mynd: EPA)

2023-03-07 10:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt ísraelskt loftálop hevur stongt floghavnina í sýriska býnum Aleppo, og hevur harvið støðgað neyðhjálpina til tey neyðstøddu eftir ógvusliga jarðskjálvtan í farna mánaði.

Tað sigur sýriska verjumálaráðið, sambært AFP tíðindastovuni. Tað er lendingabreytin á flogvøllinum, sum hevur fingið skaða, verður sagt. Sýriska loftverjan upplýsir, at tey hava skotið fleiri álopsrakettir í nátt, skrivar finska kringvarpið, YLE.

Ísraelska hervaldið hevur ikki gjørt viðmerkingar til ákærurnar.

- Tað er ikki gjørligt at taka ímóti neyðhjálp, fyrr enn skaðin er bøttur, sigur ein talsmaður fyri sýriska samferðslumálaráðið við AFP.

Meira enn 50.000 fólk lótu lív í jarðskjálvtanum í Sýria og Turkalandi.

Henda seinasta mánaðin eru yvir 80 flogfør við neyðhjálp lend í floghavnini í Aleppo.

Ísrael hevur fleiri ferðir hesi seinastu árini bumbað floghavnina í Aleppi. Í september vóru ísraelsk álop orsøk til at floghavnin ikki kundi brúkast í fleiri dagar.

Tað kemur tó ikki ofta fyri, at Ísrael fremur málrættað álop móti Sýria.

Men stjórnin í Jerusalem hevur sagt seg vilja halda fram við alopunum fyri at støðga Iran í at vinna land í Sýria, skrivar AFP.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder