Uttanlands

Systir George Michael andaðist júst trý ár seinni

1. jóladag í 2016 andaðist George Michael, og 1. jóladag í ár andaðist systurin, Melanie. Sambært løgregluni er einki illgrunasamt farið fram.

Melanie Panayiotou (Mynd: Getty Images)

Melanie Panayiotou (Mynd: Getty Images)

2019-12-29 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Melanie Panayiotou, systir heimskenda sangaran George Michael, andaðist 1. jóladag, 59 ára gomul.

Hesum boðar familjan frá, sambært BBC.

Geoge Michael, ið m.a. er kendur úr Wham! andaðist eisini 1. jóladag í 2016, 53 ára gamal, og andaðist systir hansara tí júst trý ár seinni.

Mamma teirra, Lesley, andaðist í 1997, men eftir sita pápi teirra, Kyriacos, vanliga nevndur Jack, og 57 ára gamla systir teirra, Yioda.

Tað er ógreitt, hvat deyðsorsøkin er, men sambært løgregluni er ikki líkt til, at nakað illgrunasamt er farið fram.

Sambært Bretska miðlinum The Sun, varð Melanie sera ávirkað av tí, sum hendi við beiggja hennara, og kom hon ongantíð rættiliga yvir tað.

The Sun sigur seg hava fingið at vita frá familjuni, at tey halda orsøkina til deyða hennara vera hjartasorg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder