Donald Trump er ein óreinur lygnari, sum mann ikki kann líta á. Tað heldur elsta systir hansara, Maryanne Trump Barry, sambært The Washington Post, sum hevur fingið hendur á eina loyniliga ljóðupptøku, har mann hoyrir Maryanne Trump Barry tosa um beiggja sín.
83 ára gamla Maryanne Trump Barry er løgfrøðingur og fyrrverandi samveldisdómari, og hon tykist at halda lítið um, hvussu 74 ára gamli beiggi hennara førir seg fram.
– Hann hevur ongar meginreglur. Ongar. Ongar. Hansara forbannaðu Twitter dagføringar og lygnir, á, harragud, sigur hon.
– Eg tosi ov frítt nú, men tú veist. At broyta søgurnar. Væntandi fyrireiking. Lygnirnar. Halt gák, sigur Maryanne Trump Barry á upptøkuni, sum bróðirdóttir hennara, Mary L. Trump hevur tikið upp, sambært Ritzau.
Sálarfrøðingurin Mary L. Trump, ið er dóttir elsta beiggjanum hjá Maryanne og Donald Trump, Fred, gav í juli út bókina "Too Much and Never Enough: How My Family Created the World's Most Dangerous Man" (Ov nógv og ongantíð nóg mikið: Hvussu mín familja skapti vandamiklasta mannin í heiminum). Bókin snýr seg um Donald Trump og familju hansara.
Í bókini vil Mary L. Trump m.a. vera við, at Trump gav einum vinmanni pengar fyri at fara til upptøkuroynd á universitetinum í Pennsylvania fyri seg. Hetta váttar Maryanne Trump Barry eisini í ljóðupptøkuni, og sigur hon seg eisini minnast, júst hvønn vinmann talan var um.
Maryanne Trump Barry er annars ongantíð alment komin við atfinningum um amerikanska forsetan, og tí hevur útsøgn hennara á ljóðupptøkuni vakt ans, eisini tí at eingin av systkjunum hjá Donald Trump nakrantíð hava sagt nakað so atfinningarsamt um hann alment.
Mary L. Trump er tann einasta úr Trump familjuni, sum er komin við atfinningum um hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald