Innanlands

Systkinaavslátturin kostar sjey mió. um árið

Foreldur í Tórshavnar kommunu hava bert goldið fyri ansingarpláss til yngsta barnið seinastu fýra árini, og hevur hetta kostað kommununi 28 mió. krónur

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-10-13 13:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Systkinaavslátturin í Tórshavnar kommunu hevur kostað kommununi 28 mió. krónur síðan 2016.

Tað skrivar Kringvarpið.

Áðrenn systkinaavslátturin varð broyttur, skuldu foreldur, sum høvdu fleiri børn á dagstovni gjalda fult gjald fyri bíligasta ansingarplássið og síðani 75 prosent av restini, men nú skulu foreldur bert gjalda fyri ansingarplássið hjá yngsta barninum.

Broytingin hevði við sær, at Tórshavnar kommuna á hvørjum ári síðan lógin varð broytt, hevur havt 6-7 mió. krónur minni at reka barnaansingarøkið fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder