Russland hevur nú sett í verk innferðarbann fyri 200 amerikanarar afturat. Tað boðaði russiska uttanríkismálaráðið frá fríggjadagin.
Bannið er eitt aftursvar til tey revsitiltøk, sum USA og restin av vesturheiminum hevur sett í verk móti Russlandi orsakað av innrásini í Ukraina.
Bannið umfatar, sambært ráðnum, embætisfólk og politikarar og teirra nærmastu, umframt serfrøðingar og vinnulívsfólk. Talan er um fólk, sum "taka lut í promoveringini av russofobisku herferðini og stuðla stýrinum í Kyiv (ukrainska høvuðsstaðnum, red.)".
Millum tey, sum eru rakt av hesum eru systkinini hjá amerikanska forsetanum Joe Biden, Valerie, James og Francis, umframt Karine Jean-Pierre, pressutalsfólk í Hvítu Húsunum, og Bernie Sanders og Elizabeth Warren senatorar.
Rithøvundurin Anne Applebaum, Matthew Kaminski, ábyrgdarblaðstjóri á Politico og Paul Pelosi, ið er giftur Nancy Pelosi, forkvinna í amerikanska Umboðsmannatinginum.
Tilsamans hevur Russland sett í verk innferðarbann fyri yvir 1000 amerikanarar. Hetta hevur m.a. rakt Hollywood-sjónleikarar sum Ben Stiller og Sean Penn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald