2019-11-14 14:42
Syngjandi Pálsdóttir-systrarnar úr Gøtu, Eivør og Elinborg, fara nú á konsertferð í Evropa saman.
Eivør og Elinborg hava boðað fjepparum sínum á sosialu miðlunum frá, at tær nú fara á konsertferð saman á fyrsta sinni. Og tær gleða seg.
Sambært Facebookvanganum hjá Eivør, er talan um at Elinborg skal ”hita upp” á fráboðaða solo-túrinum hjá Eivør.
Túrurin førir systrarnar til Strassbourg í Fraklandi 19. november, Basel í Sveits 20. november, St. Gallen í Sveits 21., Könitz í Sveits 22., Ravensburg í Týsklandi 24., München í Týsklandi 25., Bratislava í Slovakia 27. og Wien í Eysturríki 28. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald