Í einari sending kallað “Heilt erligt” hittast valevni hjá Fólkaflokkinum og práta púra opið um millum annað sárbar evni. Í nýggjastu sendingini práta Annika Olsen og Jørgen Niclasen saman.
Her koma tey millum annað inn á tíðina eftir seinasta løgtingsval tá Annika Olsen fór úr Fólkaflokkinum, og upp í Framsókn fyri seinni aftur at fara upp í Fólkaflokkin.
- Tað hevur havt stóra ávirkan á mítt lív. Hatta er nokk ein tann mesta trupla periodan í mínum politiska lívi, men eisini á privata frontinum. Og eg veit at tað er ringt at siga hetta men eg haldi, at mann skal vera erligur um hesi tingini, greiðir Annika Olsen frá.
- Eg føldi kanska at aftan á formansstríðið, so hendir eitt ella annað og kanska eisini áðrenn tað, at eg føldi meg útihýsta. Og hvat ger man so, so reagerar man upp á eitt ella annað tíðspunkt - og tað gjørdi eg.
- Upp á tann allarkraftigasta mátan, sum man kann ímynda sær, sigur Annika Olsen í samrøðuni har kenslurnar eisini koma fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald