Seinastu dagarnar hevur verið møguligt at atkvøtt fyri ársins útvarpshitti í Kringvarpi Føroya, og í morgun varð avdúkað, hvør vinnarin var.
Við 18 prosentum av atkvøðunum gjørdist "Tá eg sá teg" við Árna Andreasen ársins útvarpshitt 2023. 1993 atkvøður vóru fyri nógv spælda sanginum.
- Tey sum hava atkvøtt fyri hesum eiga alla æruna av hesum. Tey eiga eina stóra hjartanstøkk frá mær. Eg eri alvorliga rødur av hesum, segði Árni Andreasen við Góðan morgun Føroyar í telefonini úr Póllandi.
Á øðrum plássi er DNA hjá bólkinum Adrenaline við 15 prosent av atkvøðunum, 1.633 atkvøður.
12 prosent og nummar trý gjørdist Mr. Wrong hjá Kristinu Bærendsen. Lagið fekk 1.163 atkvøður.
Hini sjey løgini í finaluumfarinum vóru:
Bollarnir - Kom við mær
Elinborg - Í verju tíni
Jónas Gaard & Sigrið - Farin
Deiggj - Kom lat okkum danska
F.A.M.X - Precious Dime
Kári Fossdalsá - Hvat gjørdi eg
RSP - Ball í bilin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald