Mentan

"Tá kríggið er liðugt" í Norðurlandahúsinum

Hvat ger kríggj við menniskju? Tað roynir Det Ferösche Compagnie saman við ukrainska leikstjóranum Serhii Ilin at geva føroyingum eina fatan av í leikinum, sum verður framførdur 21., 22. og 24. september

2023-09-11 16:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvat ger kríggj við menniskju? Tað roynir Det Ferösche Compagnie saman við ukrainska leikstjóranum Serhii Ilin at geva føroyingum eina fatan av í leikinum Tá kríggið er liðugt. Sjónleikurin verður framførdur 21., 22. og 24. september í Norðurlandahúsinum.

Áðrenn Serhii Ilin kom til Føroya, arbeiddi hann í einum leikhúsi í Odessa, men tá Russland brádliga leyp á Ukraina, skuldi leikhúsið nýtast til sjúkrahús, og tí mátti leikhúsið lata aftur. Úrslitið gjørdist, at hann flýggjaði til Føroya undan tí, hann rópar skilaleysum kríggi.

Við leikinum, Tá kríggið er liðugt, vil Serhii, saman við Det Ferösche Compagnie, geva føroyingum eina fatan av, hvussu samansett kríggj í veruleikanum er.
Leikurin snýr seg um ein sovjetskan hermann og eina týska kvinnu, sum hittast á hermótinum í Berlin, tá seinni veraldarbardagi er um at vera av.

Russiski tónasmiðurin Ekaterina Pronoza hevur skrivað tónleikin, og Pavel Pryazhko úr Hvítarusslandi hevur skrivað leikritið. Við einum slíkum samstarvi tvørtur um landamørk - ja, millum lond, sum í dag eru á hvør sínari síðu í krígnum í Ukraina, vísir leikbólkurin, at lond eru annað og meira enn tey, ið valdið hava í landinum - at veruleikin er nógv meira samansettur enn so.

Verkætlanin er eitt samstarv við Norðurlandahúsið, Reyða Kross Føroyar og Røde Kors Danmark

Det Ferösche Compagnie
M.A. Jacobsens virðislønti leikbólkurin Det Ferösche Compagnie hevur veruliga gjørt vart við seg í ár. Stórverkið Lear Kongur elvdi til mikið kjak, tí alzheimerrakta sjónleikarakvinnan, Birita Mohr, spældi høvuðsleiklutin sum aldrandi kongurin. Og leikurin Lykkenborg hevur fingið luft undir veingirnar; undir heitinum Castle of Joy varð hann sýndur á altjóða palllistafestivalinum IETM í ár, og næsta ár verður hann sýndur í mentanardeplinum The Barbican í London. Tá kríggið er liðugt er teirra triðja leikverk í ár.

Toymi
Leikstjóri: Serhii Ilin
Leikrit: Pavel Pryazhko
Tónleikur: Ekaterina Pronoza
Ljóðmynd: Jens L. Thomsen
Pallmynd - Iryna Tolochko
Týðing: Trygvi Danielsen og Olga Markelova
Leikarar: Búi Dam og Kristina Sørensen Ougaard
Framleiðsla: Durita Sumberg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder